27.11.2026 · Mentamálaráðið

Norðurlendskt granskingar- og nýskapanarsamstarv styrkjast

Norðurlendskt granskingar- og nýskapanarsamstarv styrkjast

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur luttikið á ráðstevnuni: "Norðurlond sum granskingar- og nýskapanarøki" í Keypmannahavn. Ráðstevnan varð skipað sum liður í danska og føroyska formansskapinum í Norðurlendska ráðharraráðnum í 2026.

Landsstýrismaðurin helt endarøðuna á ráðstevnuni, har hann legði dent á týdningin av at styrkja norðurlendska granskingarsamstarvið í einari tíð, sum er merkt av altjóða óvissu og vaksandi tøkniligari kapping.

Hann legði serliga dent á, at eitt sterkari norðurlendskt granskingarsamstarv eigur at byggja á styrkirnar í øllum Norðurlondum, og at eisini smærri granskingarumhvørvi skulu hava góðar møguleikar at taka lut og geva sítt íkast.

Føroyar hava serligar granskingarførleikar innan eitt nú hav, fiskivinnu, veðurlag og arktisk viðurskifti, sum kunnu vera við til at styrkja felags norðurlendska gransking.

Les alla røðuna hjá landsstýrismanninum her.