30.06.2026 · Mentamálaráðið

Musikkskúli á hægsta støði

Musikkskúli á hægsta støði

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur verið á vitjan hjá Tórshavnar Musikkskúla. Leiðslan á skúlanum, Andrea Heindriksdóttir og Ólavur Olsen, tóku ímóti, greiddu frá virkseminum og vístu runt.

Hóast summarfrítíðin er byrjað, var framvegis undirvíst og vant í fleiri av hølunum í skúlanum. Her er nógvur eldhugi og vilji til at gera framstig. Landsstýrismaðurin fegnast um, at vit hava eina musikkskúlaskipan, sum er á hægsta støði, men framvegis eru viðurskifti, sum kunnu gerast enn betri.