19.11.2026 · Mentamálaráðið

Landsstýrismaðurin vitjar í Suðuroynni

Landsstýrismaðurin vitjar í Suðuroynni

Hósdagin 12. november vitjaði landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum fleiri útbúgvingarstovnar í Suðuroynni. Á skránni vóru vitjanir á Heilsuskúla Føroya, Miðnámsskúlanum í Suðuroy, Ítróttaháskúlanum og Føroya Eftirskúla.

Føroya Eftirskúli

Mynd: vitjan á Føroya Eftirskúla.

Endamálið við vitjanini var at fáa størri innlit í virksemið á teimum ymisku skúlunum og samstundis høvi at hitta leiðslur, starvsfólk og næmingar. Landsstýrismaðurin fekk høvi at kunna seg um gerandisdagin á skúlunum, undirvísingina og tey fjølbroyttu útbúgvingartilboðini í Suðuroynni.

Ítróttaháskúlin

Mynd: Miriam Jannit Norðberg, leiðari á Ítróttaháskúlanum í Vági og Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.

Landsstýrismaðurin bar eisini fram røðu til prógvhandan á Heilsuskúla Føroya, har 14 nýggir heilsuhjálparar fingu handað prógv. Fimm av næmingunum hava útlendska bakgrund, og helt ein av teimum eisini eina røðu, sum var við til at gera løtuna serliga minnisríka.

Heilsuskúlin Røða

Mynd: Frá próvhandanini á Heilsuskúla Føroya.

Samanumtikið var talan um eina góða og gevandi vitjan, sum var við til at varpa ljós á útbúgvingartilboðini í Suðuroynni og tað virðismikla arbeiðið, sum dagliga verður gjørt á skúlunum.

Røðan kann lesast her.