Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevði í vikuni fund við borgarstjóran í Klaksvíkar kommunu.
Á fundinum umrøddu teir fleiri mál av felags áhuga fyri Mentamálaráðið og kommununa. Tosað varð millum annað um týdningin av góðum kørmum fyri børn og ung og um samspælið millum land og kommunu á skúla- og mentanarøkinum. Eisini varð nomið við tann leiklut, sum mentanar- og útbúgvingarstovnar hava fyri trivnaðin og menningina í einum øki sum Klaksvík.

Landsstýrismaðurin fegnaðist um fundin og góða samskiftið við kommununa.
– Landið og kommunurnar hava á fleiri økjum eina felags uppgávu, ikki minst tá ið tað snýr seg um børn, útbúgving og mentan. Tí hevur tað stóran týdning, at vit hava eitt gott og opið samskifti um bæði møguleikar og avbjóðingar. Eg eri fegin um góða prátið í dag og síggi fram til at halda áfram við góða samstarvinum við Klaksvíkar kommunu og aðrar kommunur í landinum við, segði Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður.