26.09.2026 · Mentamálaráðið

Karlstadtænastan heldur fram við broyttari atgongd

Karlstadtænastan heldur fram við broyttari atgongd

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur avgjørt, at Karlstadtænastan skal halda fram og framvegis verða veitt umvegis sernámsdeildina.

Higartil hevur tænastan verið avmarkað til børn og ung við Down-syndromi. Frameftir kunnu eisini onnur børn og ung við stórum, varandi ella samansettum mál- og samskiftisavbjóðingum fáa tænastuna. Atgongdin verður sostatt ikki longur knýtt at einari ávísari diagnosu, men at tørvinum hjá barninum ella tí unga.

Karlstadtænastan er treytað av, at nøktandi veitarar kunnu fáast til vegar. Sernámsdeildin fer í næstum at samskifta við verandi og møguligar nýggjar veitarar og gera neyðugar avtalur.