26.06.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

"Í dag skriva vit søgu" - røða hjá Honnu Jensen til próvhandan á Serligum skipaðum miðnámi, Kambsdali

Í gjár var søga skrivað á miðamsskúlanum á Kambsdali, tá fyrstu næmingarnir á serbreytini "Serligt skipað miðnám" fingu prógv.

Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingarmálum, tók lut í hátíðardegnum og helt eina stutta røðu, har hon fegnaðist um hvussu útbúgvingarmøguleikarnir í Føroyum støðugt breiðka og økjast í tali, til gleði og gagns fyri okkara ungu - og føroyska samfelagið, sum heild.

***

Góðu tit.

Hans Andreas Djurhuus gav út sínar Barnarímur, júst 100 ár áðrenn tit byrjaðu á Serbreytini. Tað vil siga í 1915.

Hann yrkti nógvar vakrar og sannar yrkingar, sum nú eru okkara sangir. Til dømis Kongaríkið í Bábylon og Dukka mín er blá, og sangin, vit enda við í dag, "Gakk tú tryggur fram við góðum treysti".

Um dáán yrkir hann: "Men dáin stendur í iva, og hann hevur ymsan lit:  “Eg havi væl loyvi at liva  her líka so væl sum tit.”

“Tá verða tey øks at tagna, tí tað segði dáin satt: Hvønn vøkstur Gud hevur fagnað, og hvør eigur lívsins rætt!"

Góðu tit næmingar! Hjartaliga til lukku við próvnum og hjartaliga til lukku, Miðnám á Kambsdali, at tit tóku stig til, sum tann fyrsti skúlin, at hýsa og skipa serliga skipað miðnám.

Dagurin í dag er søguligur!

Tit, sum í dag standa við húgvuni og einum prógvi, eru tey fyrstu, ið hava gjøgnumført alla útbúgvingina á serliga skipaðum miðnámi og taka eitt fult serbreytarprógv. Hjartaliga til lukku næmingar, avvarðandi, lærarar, skúli - og kunnu vit siga – hjartaliga til lukku Føroyar!

Við próvnum í dag, hava vit prógvað, at har eldsálir eru og áræðið valdar, megna vit tað, vit seta okkum fyri. Bert fyri nøkrum fáum árum síðani settu vit okkum fyri at seta sjøtul á at tryggja øllum somu atgongd til miðnám. Hetta kann tykjast sum ein sjálvfylgja í dag – tí sjálvandi skulu øll okkara ungu fáa høvi at mennast og læra víðari eftir fólkaskúlan..

Men tað var ikki ein sjálvfylgja tá. Tað vóru nógv, sum vóru skeptisk. Skal miðnám nú vera fyri øll?, varð spurt. Hetta fer ongantíð at ganga, varð spátt av mongum. Men tey tóku feil!

Sjálvandi skulu øll eiga lívsins rætt, sum Hans Andrias hugleiðir um í yrkingini um kornaksið, sum helt seg vera so virðismikið, og dáan, ið varð roknaður sum ókrút.

Henda myndatala í yrkingini hjá Hans Andriasi kann minna okkum á týdningin av at síggja virðir í øllum, hóast fjølbroyttan førleika og avbjóðingar og ikki minst rættindi hjá øllum at eiga virknan lut í samfelagnum – ikki minst tá um skúla og útbúgving ræður. Tí útbúgving ger nakað heilt serligt fyri menniskju, ja, er satt at siga ein hin fremsti faktorurin fyri framtøku hins einstaka.

Fyri mær kennast hesir dagar í juni sum ein festivalur fyri útbúgving, ein so fantastisk tíð, har vit gera upp, har tað gerst sjónligt fyri tí einstaka, og øllum rundan um, hvat tað er, hann ella hon hevur stríðst fyri, ella hevur roynt at klárað. Vit verða rørd til hvørja prógvhandan, tí fátt flytir menniskju so nógv sum útbúgving - alt slag av læring og menning, formlig og óformlig, fyri tann sterka og tann minni sterka næmingin, lærlingin ella lesandi!

Tí kunnu vit siga, at javnbjóðis rættur til skúla- og útbúgvingarmøguleikar er kjølfestur í hesum “...at eiga lívsins rætt”, at mennast og læra til lívið og trároyna seg sjálvan og tey evni og tær gávur, tit hvør í sínum lagi hava.

At tryggja øllum “lívsins rætt” snýr seg um at skapa karmar, tað snýr seg um mentan, hugburð, menniskjasýni og virðir, og hetta er onkursvegna ein felags samfelagslig uppgáva og visjón, sum óivað er løtt hjá teimum flestu at taka undir við og hava eina meining um, men, sum kann vera trupul at útinna í verki.

Tí haldi eg tað vera onki minni enn eitt bragd, at tit í verki hava víst veg og hava gingið leiðina, soleiðis at dreymurin gjørdist til veruleika í dag. Tit næmingar hava víst øllum, hvat vit sum samfelag fingu burturúr at seta á stovn serligt skipað miðnám her á Kambsdali, og tað hava tit gjørt saman við tykkara dugnaliga leiðara og tykkara lærarum, sum leggja alt sítt hjarta afturat tí, sum rekatarin hevur sagt er teirra arbeiði.

Eg veit, hvussu glað øll hini á skúlanum eru fyri, at tit komu higar. Tykkara skúla– og arbeiðsháttur minnir okkum á tað fjølbroytta lívið – eisini innan skúlagátt - og hesin skúlin, fólkini her, eru vorðin sterkari, tí tit komu her. Ein skúli við denti á læring til tað heila lívið og alt samfelagið.

Vit kunnu sanniliga vera stolt og fegin í dag – øll somul - og gleðast saman við tykkum røsku næmingum.

Tí í august í 2015 byrjaði einum nýggjur kapittul í føroyskari skúlasøgu. Eg minnist, tá lógin um miðnám varð broytt í 2014, so hesin møguleikin kundi verða, og at eg var glað at viðgera ta lógarbroytingina í løgtinginum.

Tit skrivaðu søgu á Kambsdali stutt eftir - nevniliga tann dagin hendan breytin byrjaði her. Søgan var og er, at dyrnar til miðnám vórðu latnar upp fyri einum nógv breiðari skara av ungum. Og sjálvandi skuldu tær tað! Við serbreytini fingu vit ta 7. miðnámsbreytina í Føroyum, soleiðis at viftan av valmøguleikum hjá tykkum, sum eiga framtíðina, gjørdist breiðari.

Í dag síggja vit, at hetta at tryggja fólki lívsins rætt krevur áhaldandi útbyggingar, so vit kunnu hava størri høli til serbreytina í framtíðini og fleiri starvsfólk, soleiðis, at onnur, sum ynskja at fáa sama góða skúlatilboð, sum tit hava fingið, eisini kunnu sleppa framat, áðrenn long tíð gongur.

Og framtíðin liggur opin. Nú er ein kapittul liðugur og næstu stigini skulu takast. Skúlin er liðugur ... syngja vit ... og hvat so? Hvat verður tað næsta? Arbeiði, víðari skúli ella okkurt heilt annað?

Eg fari at minna tykkum á og biðja tykkum um at njóta dagin í dag og teir komandi. Hesir koma ikki aftur.

Eg vóni, at framtíðin verður tykkum bjørt og vælsignað. Og at tað fer at gangast tykkum væl á lívsleið tykkara.

Enn einaferð hjartaliga til lukku við avrikinum og próvnum!