23.10.2026 · Mentamálaráðið

Hesi vórðu heiðrað í 2026

Hesi vórðu heiðrað í 2026

Mentanarvirðislønir landsins vórðu í ár handaðar í Messuni í Sørvági fríggjakvøldið 23. oktober.

Við virðislønunum vórðu listafólk og mentafólk heiðrað fyri serlig listarlig avrik og fyri teirra íkast til at menna og varðveita mentanarlig virði, ið hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, stóð fyri handanunum. 

Tríggjar virðislønir vórðu latnar umframt sømdargáva landsins.

Røður landsstýrismansins kunnu lesast her.

Sigrun Gunnarsdóttir fekk Sømdargávu landsins

MVL 2026 7

Sigrun Gunnarsdóttir hevur listarligar gávur sum fáur. Listin er hjartaslátturin í gerandisdegnum hjá Sigruni – ein støðug megi, sum hon áhaldandi skapar úr og gevur víðari.

Sigrun er útbúgvin á kongliga danska listaháskúlanum í árunum 1973-1980.

Við sínum sermerkta, livandi og symbolska myndamáli nemur Sigrun við lívsins stóru spurningar um menniskju og náttúru, lív og deyða. Gjøgnum listina sigur hon søgur og megnar at lýsa tað stóra í tí smáa. Myndevnini fáa nýtt lív og dýpi í hennara verkum. Sigrun er ein undangongukvinna og skapar list á høgum støði, ið bæði fangar eygað og talar beinleiðis til hjartað.

Fyri sítt framúrskarandi myndlistarliga virki fær Sigrun Gunnarsdóttir Sømdargávu landsins.

Sømdargáva landsins verður latin listafólki, sum hevur útint týðandi listarlig avrik og givið eitt virðismikið íkast til føroyskt lista- og mentanarlív. Gávan er 20.000 krónur um árið og verður latin listafólkinum, so leingi tað er á lívi.

Eli Tausen á Lava fekk Virðisløn landsins til ungt listafólk 2026

MVL 2026 3

Í sínari grundgeving, segði landsstýrismaðurin, millum annað at:

"Eli Tausen á Lava umboðar eina nýggja og spennandi rødd í føroyskum tónleiki. Hann hevur megnað at byggja brýr millum føroyskt og altjóða tónleikalív, millum klassiska tónleikahevd og elektroniska samtíð og millum tað intellektuella og tað sansaliga."

Eli Tausen á Lava hevur eina Master of Music-útbúgving frá New York University og eina bachelorútbúgving frá Malmö Academy of Music.

Eitt eyðkenni fyri listarliga virksemið hjá unga tónaskaldinum er hugurin og dirvið til at ganga nýggjar leiðir.

"Eli er fjølgávaður og flytur seg frítt millum klassiskan samtíðartónleik og elektroniskan tónleik og megnar at knýta søguligar, heimspekiligar og eksperimenterandi íblásturskeldur saman við einum nútímans tónlistarligum máli," staðfesti Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.

Verkið "Let Me Cry" hjá Eli Tausen á Lava varð tilnevnt Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins 2026. Tilnevningin er ein týðandi viðurkenning av tónlistarliga arbeiðinum hjá Eli og vísir, at tónleikur hansara røkkur langt út um føroysku landoddarnar.

"Fyri sítt nýskapandi íkast til føroyskan tónleik sum tónaskald, framleiðari, klaverleikari og elektroniskur tónleikari fær Eli Tausen á Lava Virðisløn til ungt listafólk 2026." Segði Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður.

Virðislønin til ungt listafólk er 50.000 krónur og verður latin ungum listafólki, sum hevur sýnt serlig listarlig evni og gjørt vart við seg á sínum listaøki. Endamálið er at viðurkenna og stuðla ungum listafólki og eggja teimum til framhaldandi listarliga menning og virksemi.

Tónaskaldið Kári Bæk fekk Heiðursgávu landsins 2026

MVL 2026 6

Kári Bæk hevur í meira enn hálva øld verið ein týðandi partur av føroyskum tónleikalívi. Sum tónaskald, tónleikari og kórleiðari hevur hann havt stóran týdning fyri menningina av bæði klassiskum tónleiki og føroyskum kórsangi.

Sum tónaskald er Kári serliga kendur fyri sínar útsetingar og kompositiónir til kór, men hann hevur eisini skrivað fjølbroyttan ljóðføristónleik til bæði smærri og størri bólkar. Fyri verkið Askur & Embla – Fyrsti dagur má vera var hann í 2012 í uppskoti til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins.

"Kári Bæk hevur í meira enn hálva øld verið ein týðandi partur av føroyskum tónleikalívi." segði Bárður á Lakjuni, landsstýismaður í mentamálum.

Kári hevur verið kórleiðari í nógv ár og hevur millum annað stjórnað Vestmanna sangkóri, Tórshavnar kamarkóri, Tórshavnar manskóri og Cantus Borealis. Hann hevur eisini verið dirigentur hjá GHM og hevur spælt obo í Føroya Symfoniorkestri.

Kári Bæk hevur verið framsøkin og hevur avrikað nógv bæði innan fólksliga kórsangin og elitukórsangin.

Hann er útbúgvin lærari við tónleiki sum frálærugrein. Eftir læraraprógvið fór hann at lesa til cand. pæd. í tónleiki á Danmarks Lærerhøjskole.

Kári Bæk hevur við sínum drúgva og fjølbroytta virksemi sett djúp spor í føroyska tónleikasøgu. Við høgum listarligum málsetningum, stórum eldhuga og áhaldandi arbeiði hevur hann gingið á odda í menningini av føroyskum kórsangi og klassiskum tónleiki.

Fyri framúrskarandi arbeiðið tónleikinum og kórsanginum at frama fær Kári Bæk Heiðursgávu landsins 2026.

Heiðursgáva landsins er 75.000 krónur. Hon verður latin persónum, sum hava gjørt eitt týðandi arbeiði fyri at styrkja og fremja mentanarlig virði innan føroyska mentan, list og mentanararv.

Leiklistakvinnan Gunnvá Zachariasen fekk Mentanarvirðisløn landsins 2026

MVL 2026 9

Í grundgevingini, fyri at lata Gunnvá Zachariasen mentanarvirðisløn landsins, segði Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, millum annað, at Gunnvá Zachariasen hevur verið ein drívmegi í føroyskari palllist í meira enn 25 ár.

Í 2006 var Gunnvá við til at stovna Leikfelagið Tvazz, har hon er listaligur leiðari, og tað er eisini har, ið Gunnvá hevur útmerkað seg, heldur dómsnevndin.

Tvazz hevur síðan framleitt eina røð av djørvum og listarliga krevjandi verkum og hevur verið við til at víðka um føroyska palllist bæði í Føroyum og á altjóða pallum. Leiklistakvinnan hevur í sínum arbeiði troytt fleiri spennandi samstørv við onnur.

Dómsevndin vísir á, at framleiðslurnar hjá Tvazz vísa eitt stórt listarligt fjølbroytni.

"Verk sum Køksdrotningarnar, Fundamentalisturin, 4.48 Psykosa, Tey óndu, Stovugenturnar, Deyðadansurin 3.0 og pallsetingin av Ó – søgur um djevulskap hava flutt mørk og skapað spennandi upplivingar fyri áskoðarafjøldina."

Umframt leiklistina, so hevur Gunnvá Zachariasen eisini havt leiklutir í føroyskum filmsframleiðslum, millum annað í Trom og komandi filminum Verdandi, har hon hevur ein av høvuðsleiklutunum.

Í løtuni er Gunnvá millum annað á palli við einrøðuleikinum "Upphav" í samstarvi við Leikhús Skift. Leikurin hevur í Danmark vunnið virðisløn sum besta nýggja leikverk, ið hevur annað mál enn danskt sum uppruna. Upphav er eisini valt til at vera besta gestaspæl í Danmark leikárið 25/26.

Fyri sítt ótroyttiliga og dygdargóða arbeiði sum yrkissjónleikari og fyri at lyfta føroysku leiklistina upp á hægstu tindar fær Gunnvá Zachariasen Mentanarvirðisløn landsins 2026.

Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 krónur og verður latin føroyskum mentafólki sum viðurkenning og tøkk fyri eitt serligt listarligt avrik.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Tekstur: framleiddur í samstarvi við Kringvarp Føroya