26.06.2026 · Mentamálaráðið

Hanna Jensen tekur við aftur sum rektari

Hanna Jensen tekur við aftur sum rektari

Hanna Jensen byrjar aftur í starvinum sum rektari á Miðnámi á Kambsdali tann 1. august 2026.
Hanna fór í farloyvi úr rektarastarvinum í september 2023 í sambandi við sítt politiska arbeiði, og í hesum tíðarskeiði hevur Christian Joensen verið virkandi rektari.

Vit fegnast um at bjóða Honnu vælkomnari aftur og síggja fram til hennara íkast til framhaldandi at menna skúlan, samstundis sum vit takka Christiani fyri hansara íkast meðan hann hevur virkað sum rektari.