Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur verið á vitjan í Granskingarráðnum at síggja umstøðurnar, fáa kunning og skifta orð um virkisøki Granskingarráðsins. Saman við starvsfólki Granskingarráðsins tók Annika Sølvará, stjóri, ímóti, greiddi frá og vísti runt.

Granskingarráðið hevur stórt virkisøki, fyrisitur fleiri stuðulsskipanir umframt fleiri altjóða samstørv. Granskingarráðið hevur skrivarauppgávuna fyri Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan, sum er sett á stovn at ráðgeva Føroya Landsstýri og vinnu um yvirskipaðan politikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan. Granskingarráðið situr inni við sera nógvari vitan um stuðulsmøguleikar, um verkætlanir og um úrslit. Kunningarátøkini eru fleiri, teirra millum komandi Vísindavøkan 25. september, hvørs endamál er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Landsstýrismaðurin fegnast um dygga arbeiðið í Granskingarráðnum.