22.06.2026 · Mentamálaráðið

FSA – Prógvhandan – 22. juni 2026

FSA – Prógvhandan – 22. juni 2026

Mánadagin var prógvhandan fyri næmingar, sum hava lokið skeiðið Føroyskt sum annaðmál, á Glasi í vár.

Landsstýrismaðurin helt røðu og sang eisini. Í røðu síni segði landsstýrismaðurin millum annað soleiðis: 

Tað krevur dirvi at siga sítt fyrsta føroyska orð. Tað krevur dirvi at gera feilir, at verða rættaður og kortini royna aftur. Tað er júst hetta, tit hava víst gjøgnum mánaðirnar á hesum skeiðinum. Tit hava ikki latið mistøk steðga tykkum. Tit hava hildið fram, og í dag síggja vit úrslitið.

Røðan kann lesast her.