Bókasøvn skulu veita fría og ókeypis atgongd til upplýsing, lærdóm og mentan. Ein týðandi uppgáva hjá bókasøvnunum er at stimbra fólkaræðisliga rættin at taka lut í samfelagnum og at mennast, hugsa, tosa og skriva frítt. Tað er ásett í bókasavnslógini, og tað var eisini boðskapurin frá Anniku Smith, landsbókavørði, tá ið Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, vitjaði á Landsbókasavninum.
sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.

Landsbókasavnið er bæði tjóðbókasavn, universitetsbókasavn og høvuðsbókasavn fyri alt landið. Landsbókasavnið førir tjóðbókaskránna, sum er yvirlit yvir alt, ið verður givið út á føroyskum, og veitir bókasavnstænastur til granskarar, lesandi, fólkabókasøvn og almenningin. Landsbókasavnið umsitur eisini bókasavnsgjaldið, ið er gjald til rithøvundar fyri at bøkur teirra eru til láns á bókasøvnunum.
Bókasøvn eru týðandi mentanarstovnar, og tey eru í dag meira viðkomandi enn nakrantíð, nú ófriður er nógvastaðni í heiminum, og falstíðindi eru gerandiskostur. Tá tryggja bókasøvnini upplýsing og vitan, ið eru eftirfarandi,
segði Annika Smith, landsbókavørður.

Svend Højgaard greiddi frá universitetsbókasavnstænastuni og arbeiðinum at veita lesandi, undirvísarum og granskarum atgongd til vísindaligt tilfar. Landsbókasavnið skipar eisini skeið fyri lesandi við kunning um bókasavnstænastur.
segði Svend Højgaard, universitetsbókavørður.
Landsstýrismaðurin fekk eisini eina rundvísing á Landsbókasavninum, har Laura Vinther, varaleiðari á Landsbókasavninum, greiddi frá virkseminum í húsinum. Landsbókasavnið hevur eitt týðandi savn av handritum og eldri bókaútgávum. Landsbókasavnið keypir bøkur inn og ger tær klárar til útláns á bókbindaraverkstaðnum, har eisini eldri bøkur verða umvældar.

Á Landsbókasavninum er eisini lesipláss og klivar, har lesandi, granskarar og vitjandi annars bæði kunnu hittast og hugsavna seg. Tá Kampus verður liðugt, verða umstøðurnar til tey lesandi á Fróðskaparsetrinum enn betri.