Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, tók 28. mai 2026 við sum verji fyri Parasport Føroyar.
Parasport Føroyar er sersamband undir Ítróttasambandi Føroya og varðar av ítrótti fyri fólk, ið bera brek. Talan er bæði um ítrótt fyri fólk við menningartarni og við rørslutarni. Ein av høvuðsuppgávunum hjá Parasport Føroyum er at menna og fremja rørsluítrótt, uppvenjingar og kappingarítrótt til teirra, ið bera brek.
Bárður á Lakjuni er fegin um heiðurin at vera verji. Tað merkir, at hann umboðar Føroyar í viðurskiftum, sum snúgva seg um paraítrótt.
Parasport hevur ment eina nýggja strategi fyri árini 2025-2028 við slagorðinum “øll kunnu íðka” og roynir á henda hátt at fáa enn fleiri at verða kropsliga virkin.
Mynd: Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyum, handar landsstýrismanninum heiðursskjal