Hesa vikuna varð 78. ársfundur Norðurlandaráðsins hildin í Helsinki.
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, luttók á fundi í norðurlendsku ráðharraráðsnevndini fyri mentan, MR-K. Føroyar hava formansskapin saman við Danmark í ár, og formansskapurin hevði sett tvey kjakevni á skrá. Annað snúði seg um at styrkja framleiðslu av films- og sjónvarpstilfari og at gera tilfarið meira atgeingiligt hjá hvørjum øðrum. Hitt evnið snúði seg um at styrkja norðurlendska almennið við serligum denti á tíðindi. Ein fortreyt fyri, at vit læra av hvørjum øðrum, er, at vit hava kunnleika til tað, sum fyriferst í hinum Norðurlondunum, eitt nú á tíðindaøkinum.

Bárður á Lakjuni var, vegna MR-K, orðstýrari á fundi við nevnd Norðurlandaráðsins fyri útbúgving og mentan. Nevndin hevði eisini støðuna hjá norðurlendsku films- og sjónvarpsvinnuni á skrá umframt møguleikarnar hjá børnum og ungum at uppliva og skapa mentan og list. Eitt nú var týdningurin av at lesa umrøddur, og at vaksin eiga at vera fyrimyndir og ganga á odda við at sløkkja skíggjarnar.
Landsstýrismaðurin brúkti á báðum fundum høvið til at gera vart við, at Føroyar vilja gerast sjálvstøðugur partur í norðurlendska samstarvinum á films- og sjónvarpsøkinum. Talan er um ein grunn, sum eitur ”Nordisk Film & TV Fond”, hvørs limir eru filmshús og public service-støðir í Norðurlondum. Fyri Føroyar hava Filmshúsið og Kringvarp Føroya biðið um, at møguleikarnir fyri at gerast partar av samstarvinum verða kannaðir, og tann tilgongdin er komin rættiliga langt. Bárður á Lakjuni nevndi sum dømi, at tað stundum hevur víst seg at vera trupult hjá føroyskum filmsframleiðarum at fáa samstarv í lag við donsku public service-støðirnar, tí Føroyar eru ein lítil og avmarkaður marknaður. Tá ið føroysku partarnir ikki eru sjálvstøðugir limir, kunnu teir bert søkja stuðul til framleiðslu, um teir hava tryggjað sær samstarvspartnara í Danmark, tí Føroyar verða í løtuni formliga roknaðar sum Danmark í mun til norðurlendska filmsframleiðslu. Um føroysku partarnir luttaka sjálvstøðugt, verða teir ikki longur tongdir at vælvild frá donskum pørtum fyri at kunna samstarva við aðrar norðurlendskar partar í Nordisk Film & TV Fond.
Myndir: Eino Ansio/norden.org