Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur verið á vitjan hjá Kringvarpi Føroya.
Magnus Dam, kringvarpsstjóri, vísti runt á stovninum, og landsstýrismaðurin fekk høvi at heilsa upp á starvsfólk, sum vóru til arbeiðis á redaktiónunum, í studio o.s.fr.

Eftir rundvísingina kunnaði stjórin um ymisk viðurskifti á stovninum. Rógvi Olavson, stýrisformaður, tók eisini lut á fundinum. Greitt varð m.a. frá bygnaðinum og framleiðsluni.
Kringvarpsstjórin kunnaði eisini um kringvarpssavnið og Savnsgull-verkætlanina. Kringvarpið arbeiðir við at gera talgilda tilfarið atkomuligt fyri almenninginum. Eisini skulu tøkniligar loysnir finnast, so tað verður ómakaleyst hjá brúkarunum at leita eftir tilfari. Eftir ætlan verður alt savnið atkomuligt í 2030.
Landsstýrismaðurin fregnaðist eftir, um ein app til barnatilfar, sum peningur er játtaður til á fíggjarlógini, er ávegis. Kringvarpið væntar, at appin verður tøk innan fyri eitt hálvt ár. Arbeitt verður eisini við at menna aðrar appir, t.d. eina savnsapp.