Árita føroysk almenn frumskjøl til løggildingar

Mentamálaráðið áritar bara føroysk almenn frumskjøl til løggildingar, tað vil siga skjøl við frumundirskriftum á, men ikki avrit ella teldutøk skjøl. Mentamálaráðið áritar bara skjøl, sum eru frá myndugleikum undir ráðnum, eitt nú sum skúlar, Próvstovan o.l. hava latið úr hondum. Tað snýr seg um gildi av skjølum og ikki innhald í hesum. Avgerandi er, hvør myndugleiki hevur latið skjalið úr hondum og ikki, hvørjum lóggávuøki skjalið viðvíkur. Talan er um hesi skjøl innan útbúgvingarøkið:

  • Útbúgvingarprógv:
  • Fólkaskúlaprógv
  • Miðnámsskúlaprógv
  • Annað

Eftir at hava fingið eitt skjal áritað í Mentamálaráðnum má borgarin sjálvur víðarisenda danska Uttanríkismálaráðnum ella viðkomandi skúla / universiteti áritaða skjalið.

Nærri upplýsingar um evnið kunnu lesast á heimasíðuni hjá danska Uttanríkismálaráðnum www.um.dk  – sí leinki: https://um.dk/rejse-og-ophold/legalisering. Leggið til merkis, at danska Uttanríkismálaráðið tekur avgreiðslu- og tænastugjøld. Goldið skal vera frammanundan, og kvittan fyri gjaldið skal verða løgd við.

Nøkur starvsfólk í Mentamálaráðnum hava heimild til at árita skjøl, og verður hetta gjørt í vanligari arbeiðstíð hjá ráðnum. Avgreiðslan tekur bert eina lítla løtu. Tað er altíð ein fyrimunur at avtala eina tíð við ráðið í sambandi við løggilding –  eitt nú við at senda ein t-post til bumr@bumr.fo ella við at ringja á tlf. 306500, soleiðis at eitt starvsfólk er tøkt at gera hetta, tá møtt verður upp í ráðnum.

Til ber eisini at senda Mentamálaráðnum skjøl til áritingar við brævi (men ikki við teldubrævi). Ráðið sendir so borgaranum áritaðu skjølini aftur.