Frágreiðingar

Her finnur tú ymiskar frágreiðingar, sum Mentamálaráðið hevur givið út ella hevur verið við til at geva út.


Ein uttanhýsis serfrøðinganevnd hevur eftirmett Fróðskaparsetur Føroya, og var eftirmetingin løgd fram á almennum fundi í Mentamálaráðnum týsdagin 13. januar 2015. Henda eftirmeting er tann fyrsta av sínum slagi, og er ásett í løgtingslógini um Fróðskaparsetur Føroya. Eftirmetingin skal vera við til at tryggja, at Fróðskaparsetur Føroya livir upp til altjóða krøv, sum verða sett til granskingargrundaðar universitetsútbúgvingar.

Í serfrøðinganevndini vóru Linda Nielsen, professari, dr.jur. Københavns Universitet, Jón Torfi Jónasson, professari PhD., Háskóli Íslands og Jürg Glauser, professari Dr. Phil., University of Zürich og University of Basel. Les her.