Dátuvernd
Mentamálaráðið er dátuábyrgdari. Tað merkir, at stovnurin fær persónsupplýsingar frá borgarum, oftast í sambandi við fyrispurningar innanfyri málsøkini hjá stovninum. Tað kann tó eisini vera í sambandi við onnur viðurskifti.
Í allari viðgerð leggur Mentamálaráðið stóran dent á at tryggja og verja persónsupplýsingar. Persónsupplýsingar eru allar upplýsingar, sum eru knýttar ella kunnu knýtast at ávísum likamligum persóni, sambært §6 í dátuverndarlógini.
Mentamálaráðið skal – eins og allar fyritøkur og almennir stovnar í landinum – viðgerða persónsupplýsingar sambært ásetingum í dátuverndarlógini.
Hetta merkir millum annað, at persónsupplýsingar
skulu viðgerast lógliga, rímiliga og á gjøgnumskygdan hátt,
skulu savnast til nágreiniliga tilskilað og heimilað endamál, og
skulu vera nøktandi, viðkomandi og avmarkaðar til tað, sum er neyðugt til tey endamál, sum tær verða viðgjørdar til (§7 í dátuverndarlógini).
Dátuverndarfólk í Mentamálaráðnum er Noomi K. Rasmussen, telefon 555024, teldupost dpo@tinganes.fo.