Sendistova Føroya í Ísrael

Sendistova Føroya í Ísrael lat upp í januar 2021.

Sendistovan í Tel Aviv hevur til endamáls at styrkja politisku, fyrisitingarligu, mentanarligu, vinnuligu og búskaparligu sambondini millum Føroyar og Ísrael.

Føroyar og Ísrael hava fyrimun í at styrkja samstarvið. Umframt politiskt samstarv eru góðir møguleikar fyri vinnuligum og mentanarligum samstarvi.

Ísrael er í fremstu røð, tá talan er um íverksetan og nýmenning. Somuleiðis er Ísrael frammaliga innan eitt nú heilsuvísindi og tøkni.

Sjómatur úr Føroyum, ferðafólk úr Ísrael til Føroyar og samstarv millum føroyskar og ísraelskar vinnufyritøkur eru nakrir av samstarvsmøguleikunum. Mentanarliga eru somuleiðis góðir samstarvsmøguleikar.

Sendistova Føroya í Tel Aviv virkar fyri at styrkja og eggja til økt samstarv landanna millum.

Hava tit spurningar, hoyra vit fegin frá tykkum.

Áki Johansen, sendimaður Føroya í Ísrael

Samband

Representation of the Faroe Islands in Israel
4 Berkowitz st. / 6423806 Tel Aviv
Tel: +972 (3) 608 5850
tlv@ummr.fo