Karlstadtænastan heldur fram við broyttari atgongd.
Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur avgjørt, at Karlstadtænastan skal halda fram og framvegis verða veitt umvegis sernámsdeildina.
Higartil hevur tænastan verið avmarkað til børn og ung við Down-syndromi. Frameftir kunnu eisini onnur børn og ung við stórum, varandi ella samansettum mál- og samskiftisavbjóðingum fáa tænastuna. Atgongdin verður sostatt ikki longur knýtt at einari ávísari diagnosu, men at tørvinum hjá barninum ella tí unga.
Tænastan fer frameftir at fevna um Karlstad burturav. Vikuligi tímin við taliráðgeva frá sernámsdeildini verður sostatt ikki longur ein fastur partur av Karlstadtænastuni. Børn og ung, sum fáa Karlstadtænastuna, kunnu eisini framvegis fáa taluráðgeving frá sernámsdeildini eftir tørvi.
Karlstadtænastan er treytað av, at nøktandi veitarar kunnu fáast til vegar. Sernámsdeildin fer í næstum at samskifta við verandi og møguligar nýggjar veitarar og gera neyðugar avtalur.
Nærri kunning verður latin, so skjótt sum til ber. Hava foreldur, fakfólk ella veitarar spurningar um Karlstadtænastuna, kunnu tey venda sær til sernámsdeildina.
Frágreiðingin um Karlstadtænastuna kann lesast her.