Sernámsfrøðiliga økið

Endamálið við sernámsfrøðiliga økinum er at tryggja børnum, ungum og lesandi við serligum tørvi góðar og javnbjóðis møguleikar fyri læring, menning og luttøku.

Sernámsfrøðiligur stuðul og serlig átøk verða skipað við støði í tørvinum hjá tí einstaka. Tørvurin kann vera ymiskur, og tí eru bæði stuðulsskipanir og serlig tilboð til børn, ung og lesandi, sum hava tørv á sernámsfrøðiligari hjálp ella øðrum serligum kørmum.

Sernámsfrøðiliga økið fevnir um dagstovnaøkið, fólkaskúlan, miðnám og hægri útbúgvingar. Skipanirnar, tilboðini og ábyrgdin eru ymisk á teimum ymsu økjunum.

Á undirsíðunum ber til at lesa meira um tær einstøku skipanirnar og tilboðini.