Mentamálaráðið   >   Faroese Edition   >   Arbeiðsøki   >   Mentan   >   Mentan og List   >   Stuðul

Stuðul

Skipanir undir Mentamálaráðnum.

Mentanarlig tiltøk
Á fíggjarlógini verður peningur settur av til mentan og list, ið Mentamálaráðið umsitur. Lýst verður við stuðulsmøguleikunum á heimasíðuni.

Stuðul til myndlistafólk
Peningur er settur av á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til myndlistafólk. Listafólk, sum eru undir útbúgving, kunnu søkja. Yrkislistafólk kunnu søkja um stuðul til eftirútbúgving og til námsferðir.

Tá ið stuðul verður játtaður, verður raðfest í fyrstu atløgu at veita yrkislistafólkum stuðul og í aðru atløgu umsøkjarum, ið eru á eini listarligari yrkisleið. Lýst verður við stuðulsmøguleikunum á heimasíðuni.

Stuðul til film
Frá 1. januar 2025 er tað Mentanargrunnur Landsins, sum umsitur stuðul til film.

Yrkisleiklist
Sambært lógini um Tjóðpall Føroya er ein serlig játtan til yrkisleik. Umsóknirnar skulu sendast Mentamálaráðnum, meðan tað er Leiklistaráðið, ið ger tilmæli til landsstýrisfólkið um stuðulsveitingarnar. Lýst verður við stuðulsmøguleikunum á heimasíðuni.

Áhugaleikur
Peningur er settur av á fíggjarlógini til áhugaleik. Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) umsitur henda stuðul.

Loftbrúgv til listafólk
Loftbrúgv til listafólk er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið í Føroyum, Tórshavnar kommunu, Atlantic Airways og Mentamálaráðið. Endamálið er at breiða kunnleikan um føroyska mentan í útlondum við at stuðla dansarum, filmsfólkum, myndlistafólkum, rithøvundum, sjónleikarum, tónleikarum og øðrum við loftvegis flutningi til útlond og aftur í sambandi við verkætlanir ella tiltøk uttan fyri Føroyar. Les meir um stuðulsskipanina og finn umsóknarblað her: www.loftbrugv.fo

Barna- og ungdómsarbeiði
Mentamálaráðið umsitur 15% av veddingarpengunum, sum verða nýttir til barna- og ungdómsarbeiði. Til ber at søkja um stuðul av hesi játtan til tiltøk til børn og ung, tá ið lýst verður, Lýst verður við stuðuls-møguleikunum á heimasíðuni.

Rakstrarstuðul
Mentamálaráðið letur eisini rakstrarstuðul til ymisk listalig og mentanarlig meginfeløg at røkja áhugamál limanna.

Nevnast kunnu Listafólkasamband Føroya (LISA), Sláið Ring, Føroya Ungdómsráð (FUR), Kórsamband Føroya og Føroya Konsertfelag. Eisini stovnar og onnur fáa stuðul, t.d. Føroyahúsið í Keypmannahavn og Føroya Symfoniorkestur.