Staðarnavnanevndin

Staðarnavnanevndin hevur til uppgávu at áseta og løggilda form og stavseting av staðarnøvnum í almennari nýtslu í Føroyum. Hetta fevnir eitt nú um staðarnøvn á kortum og skeltum og í skúlabókum.

Mentamálaráðið setur Staðarnavnanevndina. Í nevndini eru fimm limir, sum verða valdir fyri fimm ár í senn. Tríggir limir verða valdir eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya, ein eftir tilmæli frá Umhvørvisstovuni og ein eftir tilmæli frá Málráðnum. Nevndin skipar seg við forfólki, sum er eitt av umboðunum fyri Fróðskaparsetur Føroya.

Tá ið Staðarnavnanevndin ásetur form og stavseting av staðarnøvnum, skal nevndin hoyra avvarðandi kommunur og myndugleikar, tá ið nøvnini viðvíkja teirra øki.

Nevndin ráðgevur eisini myndugleikum um nøvn á almennum støðum í Føroyum. Tað kann eitt nú vera nøvn á búsetingum, fyrisitingarligum eindum og samferðsluleiðum umframt nøvn á føroyakortum, sum almennir myndugleikar geva út.

Reglugerðin fyri Staðarnavnanevndina varð sett í gildi 6. juli 2010.

Leinki til reglugerðina HER

 

Nevndarlimir

2025–2029

Nevndin er vald fyri tíðarskeiðið 1. januar 2025 til 31. desember 2029.

Lena Reinert, vísindaligt hjálparfólk, forfólk, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya

Zakaris Svabo Hansen, námslektari og útbúgvingarleiðari, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya

Bjarni Steintún, vísindaligt hjálparfólk, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya

Kristin Magnussen, málfrøðingur, eftir tilmæli frá Málráðnum

Óluva Maria Højgaard, GIS-teknikari, eftir tilmæli frá Umhvørvisstovuni.

  

2020–2024

Nevndin var vald fyri tíðarskeiðið 1. januar 2020 til 31. desember 2024.

Jógvan í Lon Jacobsen, professari, formaður, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya

Zakaris Svabo Hansen, námslektari og útbúgvingarleiðari, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya

Lena Reinert, vísindaligt hjálparfólk, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya

Kristin Magnussen, málfrøðingur, eftir tilmæli frá Málráðnum

Óluva Maria Højgaard, GIS-teknikari, eftir tilmæli frá Umhvørvisstovuni.