Arbeiðsøki
Landsstýrismaðurin í mentamálum umsitur høvuðsøkini mentan, útbúgving, gransking og barnaøkið.
Mentamálaráðið umsitur mentanmál, kirkjumál, ítróttarmál, barnaøkið, dagstovnar, fólkaskúlamál, vinnu- og miðnámsskúlamál, vísinda- og granskingarmál umframt barnaverndarmál.
Eisini er ein umfevnandi barnaverkætlan í gongd, sum Mentamálaráðið stendur fyri saman við øðrum stjórnaráðum og Kommunufelagnum.