Nevndir og ráð undir Mentamálaráðnum
Fólkaskúlaráðið
Fólkaskúlaráðið gevur landsstýrismanninum ráð í øllum málum um fólkaskúlan. Fólkaskúlaráðið kann ráða landsstýrismanninum til at seta í verk royndar- og menningarvirksemi og granskingarætlanir viðvíkjandi fólkaskúlanum.
Ráðgevandi KT-nevnd skúlaverksins
KT-nevndin skal millum annað meta um gongdina í kunningartøkni, gera langtíðarætlanir og ráðgeva landsstýrismanninum, kunna hann og ummæla tey mál, ið hann leggur fyri nevndina.
Virðislønarnevndin
Nevndin verður sett at gera tilmæli um Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgávu Landsins. LISA tilnevnir tríggjar nevndarlimir og Mentamálaráðið tilnevnir formann og næstformann.
Yrkisútbúgvingarráðið
Uppgáva ráðsins er at viðgera mál viðvíkjandi arbeiðsmarknaðar- og yrkisútbúgvingum og at geva landsstýrismanninum tilmæli hesum viðvíkjandi.