Ítrótt og frítíð
Mentamálaráðið fyrisitur ymsar stuðulsjáttanir á løgtingsfíggjarlógini til ítrótt og ungdómsvirksemi. Undir hesum eru stuðulsjáttanir til Ítróttasamband Føroya, Ítróttasambandið fyri Brekað, Fótbóltssamband Føroya og stuðul til ferðir innanoyggja.
Ítróttasamband Føroya er savnandi felagsskapur fyri alla ítrótt í Føroyum. Tað umboðar tilsamans um 15.000 virkin ítróttafólk í 120 feløgum og 23 ítróttagreinir kring oyggjarnar. Hesi eru savnað í 14 sersambond. Harumframt er ÍSF eisini Olympiska Nevnd Føroya.
Uttan fyri ÍSF eru Talvsamband Føroya og Føroya Bridgesamband, sum hava skipað seg í Hugasambandi Føroya, ið eisini hevur stuðulsjáttan á fíggjarlógini.
Játtan er eisini til at stuðla ungdómsarbeiði til tess at menna ungdómin í øllum lutum. Játtanin fer til hesar felagsskapir: Landsfelag Føroyinga í Útbúgving, Føroya Ungdómsráð, Føroya Skótaráð og CISV Altjóða barnalegur.
Somuleiðis kann verða søkt um stuðul til at gera ítróttaanlegg og at byggja ungdóms- og bygdahús fyri.