Avgreiðslutíð: 8:00 - 16:00, tó fríggjadag til kl. 15:00
  
 leita 
  
  Ráðið     Fólkaskúlin     Aðrar útbúgvingar     Mentan     Gransking     Kirkjumál     Loftmiðlar     Ítrótt og frítíð  
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
FO-110 Tórshavn
Tel. +298 30 65 00
Faks +298 30 65 55
mmr@mmr.fo

Loftmiðlar

Mentamálaráðið fyrisitur lógina um Kringvarp Føroya. Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, ið virkar óheftur av politisku skipanini, og ið hevur ávísar almennar skyldur.

Kringvarpið verður stjórnað av einum stýri við 7 limum. Stýrið fyri Kringvarp Føroya er ovasta leiðslan á stovninum og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar. Eftir tilmæli stjórans staðfestir stýrið virksemi stovnsins sum heild og yvirskipaðu meginreglurnar fyri programmpolitikkin í fíggjarárinum, eins og stýrið skal góðkenna og hava eftirlit við stovnsins rakstrarætlan og roknskapi.

Til Kringvarp Føroya skal rindast kringvarpsgjald. Gjaldið er heimilað í kringvarpslógini og verður nærri ásett í kunngerðum.

Kringvarpslógin ásetur eisini rættin hjá øðrum kringvarpsstøðum at senda útvarp ella sjónvarp. Rás 2 og Lindin eru tvær slíkar kringvarpsstøðir. Tekniskt sendiloyvi verður útvegað í Fjarskiftiseftirlitinum, og Mentamálaráðið útvegar innihaldsliga partin av sendiloyvunum


 

Løtubærar slóðir

Lindin
Rás 2
SvF
ÚF

Mentamálaráðið ©   |  Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir