Trúarfrælsi
Vit hava trúarfrælsi í Føroyum.
Hetta merkir, at øllum er frítt at inna trúgv sína í tilbiðing, gudstænastu, halgihaldi og frálæru, við virðing fyri rættindunum hjá øðrum.
Hetta merkir eisini, at øllum er frítt, alment ella einskilt, at skifta átrúnað ella sannføring.
Fólkakirkjan er skipað við lóg.
Trúarsamfeløg og samkomur teirra kunnu fáa almenna góðkenning. Prestur ella fyristøðufólk í góðkendum trúarsamfelagi ella samkomu kann søkja um at fáa vígslufulltrú.