Avgreiðslutíð: 8:00 - 16:00, tó fríggjadag til kl. 15:00
  
 leita 
  
  Ráðið     Fólkaskúlin     Aðrar útbúgvingar     Mentan     Gransking     Kirkjumál     Loftmiðlar     Ítrótt og frítíð  
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
FO-110 Tórshavn
Tel. +298 30 65 00
Faks +298 30 65 55
mmr@mmr.fo

Mentan

Mentamálaráðið fyrisitur mentanarstovnarnar Føroya Landsskjalasavn, Føroya Landsbókasavn, Føroya Fornminnissavn og sjálvsognarstovnin Listasavn Føroya.

Ásetingarnar um Tjóðpall Føroya, ið eisini hoyrir undir fyrisitingina í Mentamálaráðnum, eru í løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 og vórðu settar í gildi 1. november 2003. 

Mentamálaráðið samstarvar við onnur lond. Dømi um hetta er útnorðursamstarvið, ið er grundað á avtalu millum Føroyar, Ísland og Grønland.

Mentamálaráðið umsitur fleiri mentanarligar stuðulsskipanir. Sí undir ”Stuðul”.

Upphavsrættur

1.  januar 2010 varð málsøkið ”Upphavsrættur” yvirtikið. Lógin um upphavsrætt tryggjar rithøvundum og listafólkum lógarfest einkarættindi til vard verk ella framleiðslur. Lógin hevur ásetingar um nýtslu av vardu verkunum og ásetir eisini t.d., at rættindahavararnir hava rætt til samsýning fyri nýtslu av verkunum. Vanligt er, at rættindahavarar skipa seg í felagsskapum, ið varða av rættindunum teirra vegna.

Nú upphavsrætturin er vorðin føroyskt málsøki, nýtir Mentamálaráðið høvi at endurskoða skipanirnar á upphavsrættarøkinum, eins og nýggj lóg verður smíðað. Møguleiki er hjá øllum áhugaðum at vera við í endurskoðanini við at venda sær til Mentamálaráðið við telduposti til mmr@mmr.fo .

 


 

Løtubærar slóðir

Føroya Fornminnissavn
Føroya Landsbókasavn
LISA
Listasavn Føroya
Sláið Ring

Mentamálaráðið ©   |  Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir