Avgreiðslutíð: 8:00 - 16:00, tó fríggjadag til kl. 15:00
  
 leita 
  
  Ráðið     Fólkaskúlin     Aðrar útbúgvingar     Mentan     Gransking     Kirkjumál     Loftmiðlar     Ítrótt og frítíð  
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
FO-110 Tórshavn
Tel. +298 30 65 00
Faks +298 30 65 55
mmr@mmr.fo

Gransking

Mentamálaráðið fyrisitur fleiri stovnar, sum heilt ella lutvíst hava gransking sum endamál. Granskingarráðið, ið er stovnur undir Mentamálaráðnum, skal ráðgeva landsstýri og vinnu í granskingarpolitiskum spurningum og umsita Granskingargrunnin, sum veitir fígging til gransking, menning og nýskapan. Granskingargrunnurin hevur árliga játtan á løgtingsfíggjarlógini.

Harumframt fyrisitur Mentamálaráðið Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Fornminnissavn, Havlívfrøðiligu royndarstøðina (Biofar) og Granskingardepilin fyri Økismenning.

Mentamálaráðið fyrisitur eisini hægru útbúgvingarstovnarnar. Fróðskaparsetur Føroya hevur til endamáls at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og at breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. Harumframt skal Fróðskaparsetrið fyrireika og halda tey prógv og tær royndir, ið eru løgd undir Fróðskaparsetrið. Eftir hesum hevur Fróðskaparsetrið heimild at skipa fyri útbúgvingum á Bachelor-stigi, Master-stigi og Ph.D.-stigi.

Á Føroya Læraraskúla eru tvær útbúgvingar; læraraútbúgvingin og pedagogútbúgvingin. Fólkaskúlaráðið, ið er undir Mentamálaráðnum, kann m.a. ráða landsstýrismanninum til at seta í verk granskingarætlanir viðvíkjandi fólkaskúlanum.

Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya veitir sjúkrarøktarfrøðiútbúgving, sum gevur rætt til Bachelor-heitið.


 

Løtubærar slóðir

Fróðskaparsetrið
Føroya Landsskjalasavn
Granskingardepilin fyri Økismenning
Granskingarráðið
Føroya Náttúrugripasavn

Mentamálaráðið ©   |  Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir