Avgreiðslutíð: 8:00 - 16:00, tó fríggjadag til kl. 15:00
  
 leita 
  
  Ráðið     Fólkaskúlin     Aðrar útbúgvingar     Mentan     Gransking     Kirkjumál     Loftmiðlar     Ítrótt og frítíð  
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
FO-110 Tórshavn
Tel. +298 30 65 00
Faks +298 30 65 55
mmr@mmr.fo

Fólkaskúlin

Fólkaskúlin er almenni skúlin, ið bjóðar undirvísing í 9 ára grundskúla og sjálvbodna 10. árið. Harumframt kann landsstýrismaðurin loyva kommunum at stovna 1 árs forskúlaflokkar.

Uppgáva fólkaskúlans er at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, ið stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.

Mentamálaráðið fyrisitur undirvísingarmál og hevur undir landsstýrismanninum fyrisitingarligt og fíggjarligt eftirlit við fólkaskúlanum, eins og at ráðið hevur ráðleggingina av honum um hendi.

Mentamálaráðið ger uppskot um stevnumið fólkaskúlans og undirvísingina í honum, eins og at ráðið tryggjar, at undirvísingartilfar er tøkt. Eisini hevur Mentamálaráðið eftirlit við, at reglur og áløgd tiltøk og próvtøkur í fólkaskúlanum verða hildin.


 

Løtubærar slóðir

Føroya Lærarafelag 
Føroya Læraraskúli 
KT-Depilin
Landsmiðstøðin
Skúlabókagrunnurin
Musikkskúlin

Mentamálaráðið ©   |  Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir